Frítíð og mentan
Tær nýtist ikki at ganga fyri onki í tíni frítíð, bæði fyri ung og tilkomin er fleiri frítíðartilboð.

ROYN
Bóltfelagið ROYN hevur bæði fótbólt, borðtennis og so verður bjóða ymisk tilboð til tey ungu í Roynhøllini
Formaður í Bóltfelagnum ROYN er Benjamin Miné Midjord

Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag
Í 2023 varð HSK sett á stovn, við tí endamálið at reka kappróður í sóknini.
Felagið hevur fingið eitt 5 mannafar til felagið
Formaður í HSK er Jón Thomsen

Kvøld og ungdómsskúli
Í hvørjum ári bjóðar kvøld og ungdómsskúlin í Hvalba, fleiri tilboð fram. Nevnast kunnu hondarbeiði, smíð og fimleikur

Hvalbiar sóknar fornminna- og framtíðarfelag
Hvalba og Sandvík eru gamlar bygdir og hava tær eina ríka søgu. Í kommununi eri fornminnisfelag, sum eisini hevur sett á stovn Kola- og bygdasavn.
Formaður í fornminnafelagnum er Manne Næs, Bíarvegur 137, tlf.: +298 21 70 28