Renna Føroyar
Komið og rennið skírisdag 1.apríl!
Í samband við átakið ”Renna Føroyar” sum Bragdi skipar fyri, fara vit at bjóða øllum, ið ynskja at vera við til at renna, ganga ella bæði tvey, runt um í sóknini hendan dagin frá kl. 11.00 til 13.00.
Byrja og enda verður við Roynhøllina.
Eftir at fólk eru liðug at renna og/ella ganga bjóðar kommunan frukt og vatn uttan fyri Roynhøllina.
Tiltakið er ókeypis, tó er møguleikið at stuðla Sinnisbata við einari peningagávu konta í peningastovninum.
Ein kann eisini melda seg til átakið hjá Bragdinum á renn.fo har ein kann skráseta sína tíð.