Skúlabusskoyring – Hvalbiar skúli
Við hesum verður koyring av skúlabørnum úr Hvalbiar skúla til svimjing og breytir á Tvøroyri boðin út av nýggjum.
Skúlabussurin kemur at koyra børnini úr Hvalbiar skúla til Tvøroyrar skúla umleið 10 ferðir um vikuna, mikudag og fríggjadag – skúlaárið 2022/2023, við møguleika fyri leingjan.
Vit vænta, at tann sum søkir er røkin, nærlagd/ur ogbarnavinarlig/ur.
Nærri upplýsingar um koyringina fáast við at venda sær til Eir J. Norðberg á tlf. 270712.
Tilboðini skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. oktober 2022 kl. 12.00.
Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini, ikki at taka av lægsta tilboðnum ella at vraka øll tilboðini.
Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
FO-850 Hvalba
hvalba@hvalba.fo