Reingerðarfólk til Hvalbiar skúla
Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum reingerðarfólki til Hvalbiar skúla 15 tímar um vikuna at byrja sum skjótast.
Starvið umfatar dagliga reingerð á skúlanum 3 tímar um dagin aftaná skúlatíð.
Vit sóknast eftir reingerðarfólki, sum er:
- Nærlagt í sínum arbeiði.
- Fyrikomandi.
- Opin fyri møguligum broytingum í arbeiðsuppgávunum.
- Hevur góðan røkjuskap.
Setanarviðurskifti:
Starvið er 15 tímar um vikuna.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar:
Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Claus Olsen, skúlatænara á tlf. 237582.
Umsókn:
Umsóknir saman við CV og viðmælum skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 14. september 2022 kl 12.00. Merkið umsóknina ”Reingerðarfólk”.
Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.
Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
850 Hvalba – tlf. 375033
T-post: hvalba@hvalba.fo