Blómandi lív í Hvalba
Seinastu tíðina hevur verið framúr veður og hetta sæst beinanvegin aftur við lívið í bygdini.
Smálombini byrja so smátt at koma, flytifuglarnir vitja í hópatalið og urtagarðarnir grønkast..
Í Flotanum, hava eisini verið nógv fólk seinastu kvøldini og spælt langbólt. Eisini var skipa fyri felags grilling, hetta er ein liður í A-B-C fyri sálarligari heilsu. Eitt tiltak, sum bæði ung og eldri vóru við til.
Í Hvalba er eisini góður møguleiki fyri at síggja flottan sólsetur á eiðunum fyri vestan. Tórskvøldið var eisini á fyrsta sinni skipað fyri sólseturkaffi á Drátti. Tá kundu øll koma vestur á Drátt, njóta avbera vakra sólseturin og fáa ein kaffimunn, eina smákaku og eitt gott prát. Eini 50 fólk vóru á Drátti hetta kvøldið og verður sagt at hetta avgjørt verður nakað, sum verður gjørt aftur.
Fríggjadagin skipaði Hvalbiar skúli fyri felagsgongutúri úr Sandvík til Hvalbiar eftir gomlu bygdagøtuni.
Í samband við evnisdagar, hava børn úr Brosinum verið í skúlanum í Nesi og arbeitt við evninum Náttúra og náttúrufyribrygdi.