Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Kommunuvalið 12. november 2024

Brævatkvøður

Veljarar í Hvalbiar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 11. november 2024.

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga frá á kommunuskrivstovuni tlf. 375033 í seinasta lagi 11. november 2024 kl. 15.00.

Brævatkvøður skulu vera valnevndunum í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00  tann 12. november 2024.

Valkort
Við hesum verðursagt frá, at til kommunuvalið tann 12. november 2024 eru valkort send øllum veljarum í kommununi.

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort ella eitthvørt er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni (tlf. 375033) sum skjótast.

Valstøð
Kommunuvalið fer fram á hesum støðum týsdagin 12. november 2024:

Hvalba og Nes: í nýggja skúla

Sandvík: í skúlanum

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Hvalba, tann 29. okt. 2024