Fráfaringarløta fyri Jónu Jespersen
27.juni var fráfaringarløta fyri Jónu Jespersen í Dagstovninum Brosinum, nú Jóna gevst vegna aldur.
Jóna hevur starvast innan barnaansingarøki í Hvalbiar kommunu seinastu 13 árini. Tey fyrstu árini innan
dagrøktina og síðan í Dagstovninum Brosinum, tá stovnurin lat upp í 2017.
Fráfaringarløtan var hildin saman við nærmastu familju hjá Jónu, børnum og starvsfólkum í Brosinum.
Vit takka Jónu fyri trúgva tænastu hesi árini.



