Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Lættari bunkring hjá bátaeigarum

Útróðurin í Hvalba í 2025 er fleiri ferðir størri í avreiðingarvirði samanborið við 2024, og nú verður eisini munandi lættari hjá bátunum at bunkra olju.
Veg- og Havnanevndin hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera bunkringina praktiskari fyri bátaeigarar, og í tí sambandi hevur P/F Magn sett upp eitt nýtt bátaanlegg við kortlesara.

Hetta ger bunkringina bæði skjótari og einfaldari. Anleggið er serliga væl egnað til føroyska veðurlagið, er gjørt úr rustfríum tilfari og krevur næstan einki viðlíkahald. Samstundis fer hetta at gera gerandisdagin hjá Havnameistaranum og kommunalu umsitingini munandi lættari.