Ein innilig áheitan
Roynhøllin verður fyribils stongd fyri almenninginum vegna herverk.
Fyrr í ár gjørdi kommunan av at steingja Roynhøllina í nakrar dagar vegna herverk, og tíverri má høllin nú steingjast av tí sama. Hetta er sera harmiligt, men neyðugt, tí herverk er ikki í lagi og verður als ikki góðtikið.
Hvalbiar Kommuna vil inniliga heita á foreldur um at taka eitt prát við síni børn og ungu um týdningin av at fara væl um og minna tey á álvaran í hesum, tí herverk kann fráboðast løgregluni og fáa avleiðingar.
Fyri at vísa álvaran í hesum, kann millum annað nevnast, at eldur fleiri ferðir er settur á pappír í ruskspannum, klæðir eru trýst niður í wc-kummurnar, so tær tippast, og ymiskt er knúst og oyðilagt.
Vinarliga
Hvalbiar Kommuna