Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Góðar 22.000 krónur til Beran

Hvalbiar skúli hevur havt evnisviku har næmingarnir gjørdu jólaprýði. Í gjár seinnapartin bjóðaði so skúlin øllum hvalbingum á gátt, at keypa jólaprýði og okkurt gott afturvið. 

Sum altíð tá skúlin skipar fyri onkrum, var undirtøkan úr bygdini sera góð. Peningurin, sum kom inn frá søluni fer til Beran.

Takk fyri hvalbingar og onnur sum vitjaðu og gjørdu tiltakið so væleydnað.