Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Framlýsing av ær og lambi, sum eru upptikin

Politiið á Føroyum

Lýsing.

Upptikin í Tvøroyrar Kommunu tann 28-05-2026 eru:

Ær: Skoti/blakkur.

Mark á høgra oyra: Hálvt frá halsi og úlvinfinn framman.

Mark á vinstra oyra: Framman sneitt og biti framman (sera smátt/fínt markað).

Orangelitt, avlangt plastspjaldur undir hálsinum.

Lamb: skoti/blakkur.

Mark á vinstra oyra: Hálvt frá hálsi.

Høgra oyra: Einki mark.

Seyðurin er upptikin vestan fyri Hellá í Trongisvági.

Eigarin kann við at venda sær til Løgregluna á Tvøroyri innan 10-06-2026 fáa ær og lamb útflýggjað móti at rinda tær útreiðslur, ið hava staðist av upptøkuni.

Politiið á Tvøroyri.

GG: Tilvildarlig mynd