Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Páskareggjaveiðan 2026

Árliga páskareggjaveiðan verður 2. páskadag kl 10.00-12:00.

Sóknarbørn og ung saman við páskagestum 0-18 ár, við familjusambondum í sóknini, kunnu luttaka.

Tað verða 220 virðisseðlar krógvaðir ymsa staðni í sóknini, og hvør luttakari kann ogna sær ein virðisseðil.

Virðisseðlarnir verða latnir inn í býti við eitt páskaregg á Kommunuskrivstovuni millum kl 12.00-13.00, og er tað luttakarin sjálvur, sum skal koma á staðið.

20 av virðisseðlunum eru stór páskaregg.

Við vón um jaliga og góða luttøku.

Vinarliga

Trivnaðarnevndin