Fólkatingsvalið 24. mars 2026
Brævatkvøður
Veljarar í Hvalbiar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 20. mars 2026.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga frá á kommunuskrivstovuni tlf. 375033 / 237571 í seinasta lagi 20. mars 2026 kl. 13.00.
Valkort
Valkort verða send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort ella eitthvørt er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni (tlf. 375033 / 237571).
Valstøð
Fólkatingsvalið fer fram á hesum støðum týsdagin 24. mars 2026:
Hvalba og Nes: í skúlanum, Hvalba
Sandvík: í skúlanum
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 09.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Minnist til at hava valkortið við.
Hvalba, tann 11. mars 2026
Valstýrini í Hvalbiar sóknar Kommunu