Løgtingsvalið 26. mars 2026
Brævatkvøður
Veljarar í Hvalbiar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 25. mars 2026.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga frá á kommunuskrivstovuni tlf. 375033 / 237571 í seinasta lagi 25. mars 2026 kl. 12.00.
Brævatkvøður skulu vera valstýrinum í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 26. mars 2026.
Valkort
Við hesum verðursagt frá, at til Løgtingsvalið tann 26. mars 2026, eru valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort ella eitthvørt er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni (tlf. 375033 / 237571).
Valstøð
Løgtingsvalið fer fram á hesum støðum hósdagin 26. mars 2026:
Hvalba og Nes: í Hvalbiar skúla
Sandvík: í skúlanum
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Minnist til at hava valkortið við.
Hvalba, tann 12. mars 2026
Valstýrini í Hvalbiar sóknar Kommunu