Fundarskrá til kommunufundin 23. februar
Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 23. februar 2026 kl. 16.30.
Fundarskráin er:
1. Umsókn um stuðul til tónleikatiltakið “Maitónar”.
2. Umsókn um stuðul frá Trivnaðargrunninum fyri Sjúklingahotellið Tórshavn.
3. Umsókn um sundurbýti – matr. nr. 403a, Sandvík.
4. Umsókn um byggiloyvi til neyst við íbúð á matr. nr. 260/261, Hvalba.
5. Avtala um burturbeining av grindaleivdum.
6. Skriv viðvíkjandi felags integratiónssamskipara.
7. Ikki alment mál.