Hamarsá verður reinsað og grivin upp
Hvalbiar kommuna er farin undir eitt umfatandi viðlíkahaldsarbeiði við Hamarsá. Arbeiðið fevnir um at reinsa og grava ánna upp frá sandinum og niðan til Myllufossin.
Harumframt verður arbeitt við at grava upp økini frá Hamarsá og niðan í Kettukrógv og niðan í Prestgarð.
Talan er um eitt neyðugt viðlíkahaldsátak, og eru tað nógv ár liðin, síðani hetta arbeiðið seinast varð framt. Endamálið er at bøta um vatnstøðuna í ánni, sum hevur givið jarðareigarum trupuleikar har vatnið ikki í nóg stóran mun er runnið av lendinum.
Tilfarið, sum verður tikið upp úr ánni, verður lagt á áarbakkan, slættað út og síðan sátt í aftur, soleiðis at økið verður væl skipað eftir arbeiðið.
Hvalbiar kommuna vil í hesum sambandi takka jarðareigarunum fram við áarbakkanum fyri vælvilja og gott samstarv.


