Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Betraðar umstøður fyri smábátar á Hamranesi

Hvalbiar Kommuna hevur dagført og betrað umstøðurnar hjá bátaeigarum, sum landa og bunkra á havnalagnum á Hamranesi.

Seinastu tíðina hava kommunuarbeiðarar undir leiðslu av arbeiðsformanninum og í samstarvi við havnafútan, arbeitt við at gera atløguna undir flakavirkinum betri. Millum annað er ein umleið 25 metrar long timburatløgusíða gjørd og útgjørd við fendarum.

Harumframt eru landstigar settir upp, sum gera tað bæði lættari og tryggari hjá fólki at fara í og úr bátunum.

Ábøturnar eru serliga ætlaðar smábátum, ið nýta økið til landing og bunkring.

Screenshot