Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Grótgarðurin liðugur í Garðsenni

Hvalbiar Kommuna hevur nú latið gera ein nýggjan grótgarð í Garðsenni, eftir at vegurin í økinum fyri tíð síðani varð breiðkaður.

Í tí sambandi samtykti kommunan, at garðurin skuldi laðast upp aftur. Avtala varð gjørd við jarðareigararnar fram við vegnum, og kommunan vil takka teimum fyri gott samstarv og vælvild.

Arbeiðið at laða grótgarðin hevur Andreas Olsen staðið fyri, og úrslitið er sera væl úr hondum greitt.

Screenshot