Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Barnaval í Dagstovninum Brosið

Í Dagstovninum Brosið í Hvalba hevur eisini verið val á skránni hesa vikuna. Rokan var í fjørðuni, tá stór og smá skuldu inn í valhøli at seta sín kross.

Sera stórur spenningur hevur verið millum børnini, hvat tey fóru at velja og hvør fór at fáa flest stemmur.

Seðlarnir skuldu teljast upp og børnini vóru spent at bíða eftir valúrslitinum.

Fríggjadagin fáa tey ágóðan av hesum og fara at hugna sær.