Ung í arbeiði 2026
Eins og undarfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í aldrinum 14-16 ár at vinna sær nakrar krónur sum ung í arbeiði hjá Hvalbiar Kommunu.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um at fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtu og vegum og so framvegis.
Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár áðrenn 22. juni 2026 men má ikki fylla 17 ár áðrenn 3. juli 2026.
Byrjað verður mánadagin 22. juni.
Freistin at søkja er fríggjadagin 12. juni 2026.
Melda teg til við at fylla út teigarnir niðanfyri og send tilmeldingina inn: