Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Tíðindi

Hevur tú ongan gráan posa eftir?

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 38, eru ov nógvir posar brúktir.

Les meira

Kommunuskrivstovan stongd

Vegna summarfrí verður kommunuskrivstovan stongd frá  ​​    01. august til og við 26. august 2022.

Hvalbiar Kommuna

Námsfrøðingur til Suðuroyar Barnaverndartænastu 

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í farloyvis starvið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu. At starvast sum ráðgevi og stuðul í heiminum hjá barnafamiljum og at stuðla børnum og ungum. Av tí at námsfrøðiligi ráðgevin í føstum starvi, fer í farloyvi frá 15. August og eitt ár fram, søkja vit eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv.

Les meira