Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Tíðindi

Staðarnøvn í Hvalbiar Sókn

Fyri nú skjótt trimum árum síðani, spurdu John Berg og Leivur Nygaard kommununa, um kommunan vildi gjalda fyri talgilt kort frá Munin, tí teir ætlaðu at staðseta staðarnøvnini í Hvalbiar sókn – Lítla Dímun er eisini við.

Les meira

Fundarskrá til kommunufundin 26. august

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 26. august 2024 kl. 17.00.

Fundarskráin er:

1. Umsókn um byggiloyvi til útbygging á matr. nr. 117b, Hvalba.

2. Sáttmálin um skúlabarnaflutning.

3. Avtala við Prestfjall s.p. viðvíkjandi moldgoymslu.

4. Reglugerðin fyri bátahylin – uppskot til dagføring.

5. Ikki almenn mál.