Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Kunning: Dagstovnurin Brosið – Vit halda fram at vera varin

Virksemið á dagstovninum fer grundleggjandi fram í nærveru og samveru. Hetta samsvarandi dagstovnalógini og námsfrøðiligu stevnumiðunum. Tí er týdningarmikið, at øll sum koma á stovnin
– bæði børn og vaksin – eru frísk. Høvuðstilmælini til tess at avmarka koronu eru alsamt, at øll fólk, sum hava sína gongd dagstovninum, vaska sær væl og virðiliga um hendurnar við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin og møguliga nýta handspritt aftaná. Harumframt hevur annar persónligur atburður eisini ávirkan á smittuvandan, sum til dømis lógvatak og klemm.

Mett verður tó, at tað ber til at skipa børnini í vanligu stovurnar/bólkarnir. Tó so, tá smittutølini eru høg, eiga børn frá ymiskum stovum/bólkum í minst møguligan mun at koma í samband við
hvønn annan.

Ítøkilig fyribyrgjandi tiltøk, sum fyribyrgja smittuspjaðing

Fyri at arbeiða smittufyribyrgjandi, verður mælt til at fylgja tiltøkunum nevnd niðanfyri:

Tá børn verða koyrd á stovn ella heintað
• Tryggjast skal, at foreldur ella onnur, ið fylgja børnum, ikki savna seg saman við inngongdirnar til stovnin. Hetta kann verða gjørt við, at børnini koma á stovnin og verða heintað forskotið av hvørjum øðrum.

• Sama foreldur skal í mest møguligan mun koma við og eftir barninum.

• Starvsfólkini á stovninum eiga at hjálpa til, soleiðis at tað ikki er neyðugt, at foreldur ella onnur, ið fylgja børnum, koma inn á stovnin.

• Sum heild skulu fólk ikki koma í tætt fysiskt samband við onnur, taka í hondina ella klemma onnur enn tey, sum tey búgva saman við.

Barnið kann ikki hava leikur við heimanífrá.
Minst til at hava góð og heit klæðir við, soleiðis at barnið kann verða uttandura.

Gev ikki barninum mat við, sum tað skal býta út í smb við føðingardagar oa. fyrr enn umstøðurnar loyva hesum aftur. Stovnurin bjóðar okkurt fyribils til føðingardagar.

Frástøða
Her skal dentur leggjast á, at fremsta uppgávan hjá dagstovninum er at børn við umsorgan skulu fáa nógvar møguleikar at menna og menta seg. Tí ber ikki til at halda frástøðu. Av tí sama noyðast leiðsla í samstarvi við starvsfólk áhaldandi taka støðu takast til, í hvønn mun og hvussu, at til ber at halda frástøðu.
Tað er ikki møguligt hjá starvsfólki at sleppa undan fysiskum sambandi við børnini, og tí hevur tað alstóran týdning við reinføri:

Handreinføri
Gott reinføri av hondunum hevur stóran týdning fyri bæði børn og starvsfólk. Starvsfólk eiga tí at hjálpa børnum at halda niðanfyri standandi reglur – og eisini at halda tær sjálv.

Øll skulu vaska sær um hendurnar:
• fólk,sum fara frá húsum, skulu vaska sær um hendurnar beint áðrenn tey fara heimanífrá
• tá tey koma á stovnin um morgunin, áðrenn tey fara heim, og tá ið tey eru komin heim
• tá tær eru sjónliga dálkaðar
• við jøvnum millumbilum (í minsta lagi annanhvønn tíma)
• hvørja ferð, tey hava verið á vesi
• áðrenn tey eta og eftir, at tey eru liðug
• eftir at hava snýst sær, og eftir at hava hostað/nosið í hendurnar ella í eitt pappír

Ótti hjá starvsfólki og børnum
Fyri tíðina er støðan í samfelagnum merkt av ótta um koronu. Hetta ávirkar okkum øll. Tað er natúrligt at kenna strongd í slíkum førum, og tað hevur týdning, at vit øll ansa eftir hvørjum øðrum
og eftir okkum sjálvum.

Meginparturin av teimum smittaðu fáa eina milda krímsjúku, meðan lutvíst fá fólk gerast so álvarsama sjúk, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús. Royndirnar higartil benda á, at børn fáa mild
sjúkueyðkenni.

Sjúkueyðkenni
Vanliga minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Fólk kunnu fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu, turran hosta og fepur. Av somu orsøk kann tað vera torført at skyna mun á vanligari krímsjúku og sjúku elvda av coronavirusi.

Um barnið gerst sjúkt, meðan tað er á stovni, skalt tú heintað tað alt fyri eitt.

Kennir tú teg sjúkan, ring so til kommunulæknan beinanvegin. Uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar eigur tú at ringja á 1870. Tað er sera umráðandi, at tú ringir og ikki bara møtir upp hjá lækna.

HAVA STARVSFÓLK ELLA BØRN SJÚKUEYÐKENNI, EISINI MILD SJÚKUEYÐKENNI, SKULU TEY IKKI KOMA Á STOVNIN.

Eru starvsfólk ella børn sett í sóttarhald, skulu tey ikki møta fyrr enn heilsumyndugleikarnir/ tilmælini hava givið tilsøgn um hetta.

Veðleiðing um avbyrging, sóttarhald kann lesast á heimasíðuni hjá koronaráðgevingini á korona.fo
Koronaráðgevingin tel. 304040