Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Earth-hour í kvøld 26. mars

Tað er vorðin sigvenja kring allan heimin, seinasta leygardagin í mars, at sløkkja ljósini í ein tíma. Tá er “Earth-hour”.

Átakið byrjaði í 2007 í Sydney, í Avstralia. Hugskotið aftanfyri, var at fáa heimsins íbúgvar at hugsa um umhvørvið og at sløkkja øll elektrisk ljós, ið ikki eru alneyðug, í ein tíma.

Tað er heimsfelagsskapurin, WWF, ið stendur fyri tiltakinum. Í dag eru sambært upplýsingunum á síðuni https://www.earthhour.org/ yvir 180 lond og milliónir av menniskjum, ið hava tikið Earth Hour til sín.

Hvalbiar kommuna hevur áður markerað dagin og ætlanin er at gera so aftur í ár. Tí verða ljósini sløkt í sóknini frá kl. 20:30 til kl. 21:30 og heitt verður á borgararnar í sóknini, um at gera tað sama og at nýta høvið til at hugsavna seg um umhvørvið og náttúruna, ið vit øll vara av og eru góð við.