Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Fólkatingsvalið 31. oktober 2022 

Brævatkvøður

Veljarar í Hvalbiar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 28. oktober 2022.

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga frá á kommunuskrivstovuni tlf. 375033 / 237571í seinasta lagi 27. oktober 2022 kl. 15.00.

Valkort

Valkort verða send øllum veljarum í kommununi.

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort ella eitthvørt er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni (tlf. 375033 / 237571) í seinasta lagi hósdagin 27. oktober 2022.

Valstøð

Fólkatingsvalið fer fram á hesum støðum mánadagin 31. oktober 2022:

Hvalba og Nes: ​​í skúlanum, Hvalba

Sandvík:​​í skúlanum

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 09.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Minnist til at hava valkortið við.

Hvalba, tann 20. oktober 2022