Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Eingin innsavning í dag

Vegna sera vánalig koyrilíkindi er eingin innsavning av húsarhaldsposum í Suðuroy í dag. Roynt verður at taka arbeiðið upp aftur í morgin, týsdagin, um arbeiðsumstøðurnar eru betri tá.

Verður tín posi ikki heintaður hesa vikuna, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku, ella tú kanst fara á kommunala endurnýtsluplássið við posanum hesa vikuna.

Vegna veður kann væntast, at innsavningararbeiðið verður nógv tarnað alla hesa vikuna. Vit vóna, at tit halda okkum til góðar og vísa starvsfólki okkara tolsemi.