Lýsing eftir sálarfrøðingi til BVT
Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu til setan frá 1 august 2025. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Kann møguliga blíva fleiri tímar um tørvur verður á tí.
Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu til setan frá 1 august 2025. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Kann møguliga blíva fleiri tímar um tørvur verður á tí.
Í viku 12 bera vit rull við gráum posum út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út.
Í vikuni var fundur millum ABC-samskiparar, okkara ABC-samskipari, Maud Egholm Joensen, greiddi millum annað frá um hvat gjørt verður í Hvalbiar Kommunu.
Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður hósdagin 27. februar 2025 kl. 17.00.
Kommunuskrivstovan er stongd frá týsdegnum 17. februar og til tórsdagin 20. februar.
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.
Í Suðuroy, á Hamragarði í Vági, Tann 24 februar 2025 kl. 18.00 – 20.30
Á seinasta stýrisfundi í Bú & Heimatænastuni í Suðuroynni varð nýggj leiðsla vald til stýrið. Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, er nýggj forkvinna í stýrinum, meðan Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, er valdur til næstformann.
Sum nakað nýtt, hava vit nú roynt at samla øll tiltøk í sóknini á heimasíðuni hjá kommununi.
Við hesum verður boðað frá, at eyka kommunufundur verður mánadagin 3. februar 2025 kl. 18.30.