Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Hvalbiar kommuna søkir, vegna Dagstovnin Brosið

Námsfrøðingar, stuðul og avloysarir

  • Námsfrøðingar til barnagarðstovur og vøggustovu á 30 tímar um vikuna.

    Møguleiki er at fáa fulltíðar starv ella eitt starv í niðursettari arbeiðstíð.

    Herav er eitt farloyvistarv á 30 tímar í barnagarðstovu til 01.04.23.

  • Einum námsfrøðingi til frítíðarskúla uml 25-27 tímar um vikuna.
  • Námsfrøðiligum stuðli á 20 tímar um vikuna til barn í frítíðarskúlanum, skúlaárið 2022/2023
  • Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Størvini verða sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja.

Stovnurin

Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.

Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.

Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning. 

Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tíð er sett av til fyrireiking. Tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit nýta TÌTT og TRAS sum námsfrøðiligt amboð og arbeiða við Betri Vinir. 

Vit vænta av umsøkjarum at

  • tú hevur ein jaligan hugburð
  • tú ert álítandi og tekur ábyrgd
  • tú kanst verða við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
  • tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga

Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum.  

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. apríl 2022 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2

Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580