Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

BORGARAFUNDUR UM KOMMUNUSAMANLEGGING

Nú arbeiðsbólkurin í dag, 18. mars, hevur lagt fram álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, ið varð handað borgarstjórum og kommunustýrislimum sum bóklingur á Seglloftinum, var breið semja millum luttakandi kommunustýrislimirnir, um at skipast skuldi fyri borgarafundum sum skjótast.

Avgjørt varð, at hava borgarfundir í hvørjari bygd/bý sær, har arbeiðsbólkurin leggur fram álitið “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, og borgarar fáa møguleika at koma til orðanna og seta fram spurningar.

Borgarafundir verða hildnir soleiðis, GG. borgarar eru vælkomnir at møta á øllum trimum støðum, ella har tað liggur best fyri at møta:

Týskvøldið 19. mars, kl. 19.00 í Roynhøllini

Ónskvøldið 20. mars, kl. 19.00 í SALT

Tórskvøldið 21. mars, kl. 19.00 í Vesturhøll

álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging” kann lesast her: