Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Brimverjan liðugt umvæld

Tá brimverjan fórst illani av brimi, ið var um mánaðarskiftið februar/mars 2020, bleiv støða tikin til at gera hana aftur.

Sjálvt grótarbeiðið er nú liðugt og er tað RTS, sum hevur gjørt arbeiðið. Hvalbiar Kommuna er sera væl nøgd við arbeiðið og er tað væl úr hondum greitt.

Nú skal nakað av betongdekkinum gerast sum tað siðsta, áðrenn arbeiðið er endaliga liðugt.

Hvalbiar Kommuna við takka RTS fyri arbeiðið og ynskir teimum blíðan byr framyvir.