Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Reingerðarfólk til Hvalbiar skúla

Hvalbiar Kommuna søkir eftir einum reingerðarfólki til Hvalbiar skúla 15 tímar um vikuna at byrja sum skjótast.

Starvið umfatar dagliga reingerð á skúlanum 3 tímar um dagin aftaná skúlatíð.

Vit sóknast eftir reingerðarfólki, sum er:

  • Nærlagt í sínum arbeiði.
  • Fyrikomandi.
  • Opin fyri møguligum broytingum í arbeiðsuppgávunum.
  • Hevur góðan røkjuskap.

Setanarviðurskifti:
Starvið er 15 tímar um vikuna.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar:
Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Claus Olsen, skúlatænara á tlf. 237582.

Umsókn:
Umsóknir saman við CV og viðmælum skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi 14. september  2022 kl 12.00. Merkið umsóknina ”Reingerðarfólk”.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.

Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
850  Hvalba  –  tlf. 375033
T-post: hvalba@hvalba.fo