Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Páskareggjaveiða 6. apríl

Aftur í ár kunnu børn, í øllum aldri upp til 18 ár, búsitandi í Hvalbiar Sókn, ogna sær eitt páskaregg.

Vit hava avgjørt at avmarka nøgdina av páskareggum til 1 stk. pr. barn. So flest børn fáa møguleikan at ogna sær eitt egg.

Í ár verða tað goymdir 200 posar runt alla sóknina. Í posanum er ein virðislepi, ið barnið skal lata inn á Kommunuskrivstovuni fyri at fáa útflýggja eitt páskaregg.

Í ár eru tað tó 12 stór páskaregg goymd ímillum seðlarnar.

Leitast kann ímillum kl. 8-15

Páskareggini kunnu heintast á Kommunuskrivstovuni ímillum kl. 17-18