Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Triva um gøtuna runt Heygsvatn

Í gjár byrjaði ung í arbeiði í Hvalbiar Kommunu og í ár fara tey m.a. at triva um gøtuna runt Heygsvatn.

Tað eru nøkur ár síðani at júst ung í arbeiði gjørdu gøtuna og hava tey einaferð áður triva um hana, men nú trongdi hon aftur til ábøtur.

Gøtan verður nógv brúkt av fólki at ganga túr og njóta náttúruna og friðin runt vatnið.

Eitt annað áhugavert á Heygsvatni í hesum døgum er eisini, eitt svanapar við einum unga. Hetta er fyrsti svanaungi, sum fólk vita um í Suðuroynni

Her eru nakrar myndir frá í dag.