Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

BROYTING: Ruddingardagur og morgunmatur

Vit hava valt at gera eina broyting í samband við ruddingardagin.

Sum áður var lýst so var ætlanin at hava ruddingardag og morgunmat í Hvalba og Sandvík leygardagin 16. september, men av tí at fleiri lið hjá Royn eru norðanfyri leygardagin hava vit valt at gera eina broyting viðv. ruddingardegnum í Hvalba.

Vit fara ístaðin at rudda í Hvalba, fríggjadagin 15. september og byrja vit kl. 15, í Roynhøllini fáast hanskar og posar. Økini, ið verða ruddaði eru : fram við kolavegnum, sandurin í Hvalba, sandurin í Nesi, fram við Mýravegnum og á Mýrunum.

Kl. 18, eru øll tey, sum eru við at rudda vælkomin í Roynhøllina til suppu.

Ruddingardagurin í Sandvík, verður sum ætla leygardagin 16. september, har byrja verður við morgunmati í Ranhøll kl. 9:30.

Ruddingardagurin er í samband við Rudda Føroyar.