Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Nýggj starvsfólk í kommununi

Herfyri blivu Ørvur Norðberg, Benjamin Berg og Jarmund Kjærbo settir í starv hjá Hvalbiar Kommunu. 

Ørvur Norðberg bleiv settur sum arbeiðsformaður, har hann kemur at skipa arbeiði og taka sær av byggimálsviðgerð.

Benjamin Berg kemur at taka sær av vatnveitingini í Hvalba og Sandvík.

Jarmund Kjærbo kemur at taka sær av rottutýningini í sóknini umframt hann kemur at taka sær av kirkjugarðsuppgávum vm.

Hvalbiar Kommuna ynskir teimum hjartaliga til lukku og blíðan byr framyvir.

Á myndini er Ørvur Norðberg (tv) Benjamin Berg og Jarmund Kjærbo.