Vatnveiting í Sandvík
Herfyri fór Hvalbiar Kommuna undir at betra um tilbúgvingina í Sandvík við at seta upp nỳggjar brandpostar í bygdini.
Tað hava ikki verið nøktandi brandpostar í Sandvík um eitthvørt skuldi blivið afatt.
Nú eru nýggir brandpostar settir upp ymsastaðni í Sandvík undir leiðslu av vatnmeistarinum og arbeiðsformanninum og eru teir nú tøkir um neyðugt verður at sløkkja eld ella annað
Arbeiði er í gong við at tætta gamla 14 m3 vatnbrunnin í bygdini og skal hann nýtast sum lagur um tørvur verður at nýta brandpostarnir.