Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Vallistin til kommunuvalið 2024 í Hvalbiar Kommunu

Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. november 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 14. oktober til mánadagin 28. oktober í vanligari avgreiðslutíð.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi týsdagin 5. november 2024 verða send  bygdarráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Til kommunuvalið verða valkort nýtt. Hesi verða send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum og skal veljarin hava valkortið við sær, tá valt verður.