Fundarskrá til kommunufundin 26. august
Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 26. august 2024 kl. 17.00.
Fundarskráin er:
1. Umsókn um byggiloyvi til útbygging á matr. nr. 117b, Hvalba.
2. Sáttmálin um skúlabarnaflutning.
3. Avtala við Prestfjall s.p. viðvíkjandi moldgoymslu.
4. Reglugerðin fyri bátahylin – uppskot til dagføring.
5. Ikki almenn mál.