Skip to content Skip to left sidebar Skip to right sidebar Skip to footer

Tíðindi

Eingin innsavning í dag

Vegna sera vánalig koyrilíkindi er eingin innsavning av húsarhaldsposum í Suðuroy í dag. Roynt verður at taka arbeiðið upp aftur í morgin, týsdagin, um arbeiðsumstøðurnar eru betri tá.

Les meira

Arbeiðsbólkur í samband við kommunusamanlegging

Arbeiðsbólkurin, ið umboðar tær tríggjar kommunurnar í Suðuroynni Hvalba, Fámjin og Tvøroyri, sum ”enn” eru tær einastu kommunurnar í Suðuroynni, ið hava samtykt at velja limir í arbeiðsbólkin, ið skal kanna fyrimunir og vansar við sjálvbodnari kommunusamanlegging í Suðuroynni, hevur havt sín fyrsta fund, og hava tey 6 valdu umboðini skipaði seg soleiðis: 

Les meira

Fundarskrá til kommunufundin 27. februar 2023

Við hesum verður boðað frá, at kommunufundur verður mánadagin 27. febr. 2023 kl. 16.30.

Fundarskráin er:

  1. Val av vega- og havnanevnd.
  2. Innkomið tilboð uppá gøtuljós.
  3. Støðutakan til Suðuroyar Ferðavinnufelag.
  4. Uppskot um broyting av byggisamtykt – víðkan av havnalagnum í Nesi.